- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ívar Iversen er ársins borgari
Ívar Iversen er ársins borgari
Lions Club Tórshavn heiðrar Ívari Iversen sum ársins borgari fyri virksemi og áhaldni hansara á tónleikaøkinum í Streymoynni í meira enn 75 ár

14.05.2019 - 19:39
Ívar Iversen er 88 ára gamal, og longu sum 14 ára gamal avloysti hann pápa sín við urguna í Kvívíkar kirkju, og har hevur hann virkað í fleiri áratíggju. Ívar hevur eisini verið urguleikari í Havn og í Kaldbak.
Hann hevur eiisni spælt til andaktir á røktarheiminum og á hvíldarheiminum í Havn fleiri ferðir um vikuna, sungið í Útvarpskórinum og síðani í Havnarkórinum, og í meira enn hálv-hundrað ár hevur hann sungið fyri líki í Havn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV