Kanna um ákærur skulu reisast

bannari
20.05.2019 - 12:04
AktueltSamfelag
Kanna um ákærur skulu reisast
Ákæruvaldið skal kanna, um ákærur og endurgjaldskrøv skulu reisast eftir byggigølurnar á Glasi og H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum
 

Ákæruvaldið skal nú kanna, um ákæra og endurgjaldskrav skal reisast ímóti ábyrgdarfólkum á Landsverki, eftir byggigølurnar á Glasi og á H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Tað boðar Samferðslumálaráðið frá í tíðindaskrivi fyri løtu síðani.

Eftir at tað er komið undan kavi í sambandi við H-bygningin hjá Landssjúkrahúsinum, at bundin peningur er brúktur til onnur endamál, enn hann varð játtaður til, heitti Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, á Jógvan Páll Lassen, advokat, um at hyggja nærri at umstøðunum í sambandi við Glasir og H-bygningin. 

Niðurstøðan hjá advokatinum er greið. Hann mælir landsstýrismanninum í samferðslumálum til at heita á ákæruvaldið um at kanna, bæði viðvíkjandi Glasi og H-bygninginum, um grundarlag er fyri at reisa ákæru, og samstundis at kanna, um møguleiki er fyri at reisa endurgjaldskrav móti viðkomandi persónum á Landsverki.

Fylgir niðurstøðu hjá advokati

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur gjørt av at fylgja niðurstøðuni hjá advokatinum.

“Leikluturin hjá Landsverki í hesum báðum byggiverkætlanunum hevur higartil í besta føri verið ivasamur. Tað er álvarsamt, at bundin peningur er brúktur til onnur endamál, enn hann varð játtaður til. Eg haldi ikki, at vit politikkarar skulu sita hendur í favn og góðtaka, at slíkt fer fram."

"Vit kunnu ikki áhaldandi lata alt um okkum ganga, tí tá ið avtornar verður tað føroyski skattgjaldarin, sum verður noyddur at rinda meirkostnaðin í sambandi við báðar verkætlanirnar," sigur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Nú ákæruvaldið hevur fingið málið, hevur Heðin Mortensen, landsstýrismaðurin í samferðslumálum, ikki fleiri viðmerkingar til málið.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Breddin
113863
Mikudag 23. september
Nón 23. september 2020
113860
Mikudag 23. september
Góðan morgun Føroyar 23.09.2020
113837
Mikudag 23. september
Morgunlestur mikudagur 23. september 2020
113643
Týsdag 22. september
Breddin
113808
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Drúgt sjónvarp
113851
Mikudag 23. september
Myndir fyri sologuitar eftir Kára Bæk
113720
Týsdag 22. september
Fótbóltur: Føroyar - Hvítarussland
113812
Mánadag 21. september
3-2
113751
Mánadag 21. september
Fridtjof 100 ár
113746