Pensjónistar biðja løgtingið bróta summarfrítíðina

Pensjónistar biðja løgtingið bróta summarfrítíðina
Fólkapensjónistar heita á løgtingið um at avgreiða málið um fólkapensjónistar á arbeiðsmarknaðinum
Fólk eiga at sleppa at halda fram at arbeiða, hóast tey eru vorðnir pensjónistar. Men tað uppskotið er strandað í løgtingsnevnd
 
21.05.2019 - 12:17

Landsfelag pensjónista er nú eisini millum teirra, sum vilja hava løgtingið at koma saman aftur, hóast tingið fór í summarfrí 3. mai. Orsøkin er tingmálið um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum.

Uppskotið er millum tey nógvu, sum ikki komu aftur úr nevnd, tá løgtingsfólk fóru til hús. Upprunaliga segði uppskotið frá landsstýrinum, at fólk kundu sigast upp fyri aldur.

Hesum mótmælti Landsfelagið, og seinni kom Heðin Mortensen, landsstýrismaður, so við broytingaruppskoti, har aldurin varð strikaður sum uppsagnargrund. Men málið kom ikki aftur úr Rættarnevndini. 

Landsfelag pensjónista sigur í sínari áheitan á politiska myndugleikan, at verður bíðað eftir løgtingsvali síðst í august, kann lang tíð ganga, áðrenn eitt tílíkt uppskot verður lagt fyri løgtingið aftur.

Fakfelagssamstarvið á almenna arbeiðsmarknaðninum og Samtak hava eisini biðið løgtingið koma saman og avgreiða málið um arbeiðsmarknaðin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. juli
Gudstænasta í Skála kirkju
194405
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Nýggjastu sendingar í SV