Fýra kappróðrarfeløg fáa stuðul

Fýra kappróðrarfeløg fáa stuðul
Fýra feløg fáa stuðul at byggja bátar
 
25.05.2019 - 12:02

Fýra kappróðrarfeløg fáa stuðul úr Róðrargrunni Føroya í ár. Tey fýra feløgini eru Sørvágs Róðrarfelag, Skála Róðrarfelag, Sandavágs Róðrarfelag og Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

Feløgini fáa 30.000 krónur hvør at byggja kappróðrarbát fyri. Róðrargrunnur Føroya fekk seks umsóknir. Talan var um umsóknir um stuðul til at smíða fýra 5-mannafør, eitt 6-mannafar og eina bátabrúgv, stendur í tíðindaskrivi frá Róðrargrunninum.

Í einum føri var báturin liðugur og latin felagnum. Tann umsóknin varð ikki gingin á møti. Umsóknin um bátabrúnna varð heldur ikki gingin á møti, tí tílíkan stuðul kann grunnurin ikki lata.

Má brúkast áðrenn apríl 2020

Stuðulin verður útgoldin, tá kjølurin er strektur, og er stuðulin ikki brúktur 31. mars í 2020, fellur peningurin aftur til grunnin.

Róðrargrunnur Føroya varð stovnaður í 1970 og er endurreistur, tí løgtingið á fíggjarlógini fyri 2018 játtaði pening til at smíða kappróðrarbátar. Tingið játtaðï aftur grunninum pening í 2019.

Virksemið hjá grunninum í 2020 er treytað av, at løgtingið játtar grunninum pening á næstu fíggjarlóg, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Mánadag 14. juli
Morgunlestur mánadagur 14.juli 2025
194085
Nýggjastu sendingar í SV