Valluttøkan høg hesaferð

bannari
Valluttøkan høg hesaferð
Nógv bendir á, at valluttøkan hevur verið góð til fólkatingsvalið hesaferð
 
05.06.2019 - 20:07

Ábendingar eru um, at valluttøkan til fólkatingsvalið hesaferð er hægri enn hon var seinast. Kringvarpið hevur havt fólk á fleiri valstøðum kring landið, og flest teirra hava boðað frá stórari valluttøku.

Ein av orsøkunum til høgu valluttøkuna kann vera, at frídagur er í dag, so fleiri hava havt møguleika at leita sær á val.

Til dømis kann sigast, at 69,3 av teimum, sum hava valrætt í størsta valstað í landinum, í høllini á Hálsi, vóru á vali, og hetta er 3,1 prosentstig hægri enn seinast.

Støðan er hin sama á Tvøroyri. Eisini her hava 69,3 prosent av veljarum verið á vali. Hetta eru 5,4 prosentstig fleiri enn seinast. Hesaferð hava 912 hava greitt atkvøðu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. juli
Guðstænasta í Skála kirkju
194405
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Nýggjastu sendingar í SV