Munkur sendur av landinum

Munkur sendur av landinum
Ein enskur Hara Krishna-munkur varð sendur av landinum í gjár
 
07.06.2019 - 12:41

Løgreglan handtók munkin fyrr í vikuni, tá hann gekk í havnagøtum og bað fólk um at lata peningagávu til eitt átrúnaðarligt endamál, og afturfyri fingu fólk eina bók.

Útvarpið tosaði við munkin, ið gongur undir navninum Ananda das, áðrenn hann skuldi møta á løgreglustøðini í gjár klokkan 13. Hann varð seinni á degnum útvístur.

Enskur ríkisborgari

Ananda Das er enskur ríkisborgari, ættaður úr India og býr í Ungarn. Hann skuldi bara vera í Føroyum í nakrar fáa dagar og hevði ferðaseðil til Bergen mánadagin, har hann skuldi í kleystur. Ananda Das hevur torført við at skilja, at hann skal útvísast.

Seinastu árini hevur hann virkað sum Hara Krishna-munkur í fleiri ymiskum londum, uttan at løgreglan ella nakar annar hevur fingið ilt av tí. Hann var ikki greiður yvir, at hann gjørdi nakað ólógligt og gavst í somu løtu løgreglan greiddi honum frá, at hann breyt lógina við at selja bøkur.

Tað er ikki eydnast okkum at fáa samband við hann, eftir at hann í gjár varð settur á eitt flogfar av løgregluni við eini bót og einum innferðarbanni.

Útlendingastýrið 

Sambært Hera Andreassen á kanningardeildini hjá løgregluni, so er tað danska útlendingastýrið, sum ger av, um ein útlendskur ríkisborgari, sum hevur brotið lógina her í landinum - í hesum føri við at selja bøkur uttan loyvi - skal útvísast og hvussu langt innfarðarbann, hann fær.

Spurdur um tað ikki er ein ógvuslig revsing fyri at hava prædikað og selt nakrar bøkur í góðari meining, svarar Heri Andreassen, at løgreglan als ikki ger tílíkar metingar, men einans fyriheldur seg til galdandi lóggávu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Mikudag 16. september
Skratsj 16. septembur 2026
213358
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221