Tvær útigudstænastur í dag

Tvær útigudstænastur í dag
Bæði í Gundadali og í Fuglafirði verða útigudstænastur í dag
Útigudstænasta í Gundadali í 2017
 
10.06.2019 - 09:45

Annar hvítisunnudagur er í dag og eins og seinastu árini verður útigudstænasta í Gundadali. Tað eru prestarnir í Suðurstreymoy, ið skipa fyri gudstænastuni, sum verður klokkan 11. Heri Joensen prædikar.

GHM og Havnar hornorkestur fara at spæla aftur við sálmasanginum og klovnurin Bubu verður til staðar.

Hetta er sjeynda árið, at skipað verður fyri útigudstænastu í Gundadali annan hvítusunnudag. Útigudstænastan plagar at savna nógv fólk - viðhvørt hava fleiri enn túsund fólk verið.

Í Fuglafirði verður skipað fyri útigudstænastu í kirkjulundini, beint við síðuna av kirkjuni.  Fuglafjarðar hornorkestur spælir til sálmasangin, Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, prædikar. 

Útvarpið sendir frá útigudstænastuni í Gundadali klokkan 11.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455