Tveir danskarar doyðu í flogvanlukku

Tveir danskarar doyðu í flogvanlukku
Tvey av trimum, sum lótu lív í flogvanlukkuni í Íslandi hvítusunnudag, vóru danskir ríkisborgarar. Tað váttar danska uttanríkisráðið
Mynd: Fréttablaðið  
 
12.06.2019 - 08:14

Fimm fólk vóru umborð á lítla flogfarinum, sum datt niður nærindis flogvøllinum í Múlakoti í Fljótshlíð á Suðurlandinum. Trý fólk lótu lív, og tvey fingu álvarsligan skaða.

Myndugleikarnir fingu fráboðanina um hálvgum níggjutíðina sunnukvøldið. Tá bjargingarlið og sjúkrabilar komu á staðið, var eldur í øðrum vonginum á flogfarinum.

Flogfarið er av slagnum Piper PA-23 og hevur tveir motorar, tað er skrásett í USA, men íslendskur ríkisborgari eigur tað. Kanningararbeiðið fer væntandi at taka nakrar vikur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Mánadag 14. juli
Morgunlestur mánadagur 14.juli 2025
194085
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 14. juli
3-2
194470
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401
Leygardag 12. juli
Video: 10 mannafør á Fjarðastevnu 2025
194390