Bumba frá øðrum veraldarbardaga avfjúsað í Berlin

Bumba frá øðrum veraldarbardaga avfjúsað í Berlin
Í nátt var ein bumba frá øðrum veraldarbardaga funnin í miðbýnum í Berlin
 
15.06.2019 - 09:59

Ein amerikonsk bumba varð funnin tætt við Alexanderplatz í miðbýnum í Berlin.

Bumban var 100 kilo tung, og myndugleikarnir fluttu umleið 3000 fólk burtur í nátt, meðan teir skuldu avfjúsa bumbuna. Tað skriva týskir miðlar. 

Økið var stongt í ein radius á 300 metrar. Tað eydnaðist at avfjúsa bumbuna, uttan at nakar kom til skaða.

Fólk sluppu heim aftur tíðliga í morgun. 

Bumbur verða ofta funnar í Týsklandi frá seinna heimsbardaga, og tað er hent nakrar ferðir, at fleiri túsund fólk mugu flytast, tí bumbur skulu avfjúsast.

Tað verður mett, at túsundtals ósprongdar bumbur eru í Týsklandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860