Støðan í Sudan er versnað síðani Bashir fór frá

Støðan í Sudan er versnað síðani Bashir fór frá
Hernaðarliga stýrið í Sudan, sum tók yvir eftir einaræðisharran Bashir, hevur dripið fólk, neyðtikið fólk og framt yvirgang í høvuðsstaðnum
 
15.06.2019 - 15:41

Í Sudan hava mótmælisgongur verið síðani desember mánað í fjør.

Fólk mótmæltu, tí tey vóru ónøgd við matvøruprísir o.a., men mótmælini vuksu í styrki og fóru at snúgva seg um einaræðisharran í Sudan, Omar al-Bashir, sum hevði sitið við valdið síðani 1989.

Hava fram fólkadráp
Tað verður mett, at stýrið hjá Bashir hevur dripið fleiri enn 15.000 fólk í landspartinum Darfur í Sudan í 2003-2004, brúkt evnafrøðilig vápn og neyðtikið kvinnur. Milliónir av fólki máttu tá flýggja. Tað skrivar the Economist. 

Tá Bashir bleiv koyrdur frá sum einaræðisharri í Sudan í apríl mánaði vóru fólk glað og hátíðarhildu í gøtunum. 

Gleðin var tó stokkut, tí ein hernaðarbólkur tók yvir eftir Bashir, og teir hava ongar ætlanir um at hava fólkaræði í Sudan.

Hava dripið minst 100 fólk
Friðarlig mótmæli hava tískil tikið seg upp aftur, og 3. juni drap hálvhernaðarligi bólkurin RSF minst 100 mótmælisfólk, og fleiri vórðu særd. 19 av teimum 100 vóru børn.

Tey flestu vórðu skotin, men summi vórðu tveitt livandi av brúgvum. Síðani tá hevur RSF framt yvirgang í høvuðsstaðnum.

RSF-hernaðarmenn stjala og oyðileggja handlar, ræða íbúgvarnar og neyðtaka bæði menn og kvinnur. Internetsambandið er sløkt, og fleiri hundrað fólk eru handtikin. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. juli
Guðstænasta í Skála kirkju
194405
Leygardag 12. juli
Morgunlestur leygardagur 12.juli 2025
194084
Fríggjadag 11. juli
Praktikanturin: Erika Hentze Niclasen
194337
Fríggjadag 11. juli
Radio Stjernekilde II - part 5
194323
Nýggjastu sendingar í SV