Friðarlig nátt hjá løgregluni

Friðarlig nátt hjá løgregluni
Løgreglan varð í gjárkvøldið boðsend til Mjáuvøtn við Leynatunnilin, har ein motorsúkkla hevði koyrt á ein seyð
 
16.06.2019 - 09:48

Maðurin á motorsúkkluni fekk ikki mein, helst tí hann var í hjálmi og búna við ryggverju. - Men seyðurin doyði á staðnum.

Løgreglan gjørdi ferðkanningar millum Fjarða í Eysturoynni í gjár. Tveir førarar fingu koyriforboð, - talan er um ungar og nýggjar bilførarar, sum koyrdu 105 og 106 km/t. Teir skulu upp til nýggja roynd. Tveir førarar fingu klipp í koyrikortið, og ein fekk treytaða frádøming. 

Løgreglan vitjaði eisini 12 skeinkistøð í nátt, og har var alt, sum tað skuldi vera, sigur vaktleiðarin á politistøðini. 

Countryfestivalur hevur verið í Sørvági um vikuskiftið. Har var hýrurin góður, sigur vaktleiðarin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844