Michel Platini handtikin

Michel Platini handtikin
Fyrrverandi forsetin í UEFA, Michael Platini, er handtikin í einum máli, sum hevur samband við HM í fótbólti í Qatar í 2022
 
18.06.2019 - 10:25

Tað er franska Mediapart, sum fyrrapartin boðaði frá, at løgreglan hevur handtikið 63 ára gamla Michel Platini.

Illgruni er um, at fyrrverandi UEFA-forsetin skal hava tikið ímóti mutri í sambandi við, at Qatar verður vertur fyri HM í fótbólti í 2022.

Sambært blaðnum, er Platini handtikin í morgun. Mediapart sigur seg vita, at Platini er tikin við á deildin hjá fronsku løgregluni fyri mutur-lógarbrot í Nanterre uttanfyri Paris.

Bæði fótbóltsumhvørvið og mannarættindastríðsfólk hava funnist at valinum um at skipað fyri HM í Qatar. Og illgruni hevur verið um mutur og rotinskap í sambandi við avgerðina um Qatar, - avgerðin varð tikin í 2010. Fleiri vilja verða við, at Qatar keypti seg til HM  í 2022.

Platini var forseti í evropiska fótbóltssamgonguni frá 2007 til 2015, tá hann noyddist at leggja frá sær, tí etiska nevndin í atljóða fótbóltssamgonguni, FIFA, útihýsti hann fyri ein peningaflutning millum hann og fyrrverandi FIFA-forsetan, Sepp Blatter. Útihýsingin stendur við til í oktober í ár. 

HM-kappingin í fótbólti verður vanliga spæld um summarið, men heita veðurlagið í arbiska landinum gera, at meistaraskapurin verður fluttur til november og desember. Vátta er, at HM verður spælt millum 21. november og 18. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585