Úrskurður av grundlógaravhoyringini í kvøld

Úrskurður av grundlógaravhoyringini í kvøld
Grundlógaravhoyringin í Føroya Rætti, har ein 24 ára gamal maður er skuldsettur fyri manndráp, er liðug nú fyri løtu síðani
 
20.06.2019 - 17:12

21. november í 2012 varð 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen funnin deyð við byrgingina millum Norðdepil og Hvannasund.

Hóast málið er hálvt sjeynda ára gamalt, so var ungi maðurin handtikin fyrrapartin í gjár

Ákæruvaldið vil hava mannin dømdan fyri at hava dripið ta tá 16 ára gomlu gentuna. Sambært skuldsetingini skal maðurin hava druknað hana, náttina til 21. november í 2012.

Grundlógaravhoyringin fórfram fyri afturlætnum hurðum, tí møguliga eru enn vitni, sum ikki eru avhoyrd. 

Nú skal Føroya Rættur gera av, um ella hvussu leingi maðurin skal varðhaldsfongslast, meðan málið verður kannað. Og niðurstøðan úrskurðurin verður kunngjørdur kl 20 í kvøld.

Linda Hesselberg, ákæri, hevur onga viðmerking til málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715