Hitin í Evropa sett met

Hitin í Evropa sett met
Hitabylgja er í Evropa nú um dagarnar. Í Týsklandi, Pollandi og Kekkia hevur hitin sett met fyri juni
Soleiðis sá út í Paris í gjár
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
27.06.2019 - 07:53

BBC skrivar, at seinastu dagarnar er tað vorðið alsamt heitari, og í gjár var hitin 38.6 í Coschen í Brandenburg, og tað er nýtt met í Týsklandi.

Í Radzyn í Polandi vístu mátingar 38,2 stig og í Doksany í Kekkia 38,9 stig í gjár.

Í dag verður uppaftur heitari. Í Fraklandi og Sveis fer hitin helst uppum 40 stig í dag.

Veðurfrøðingar siga, at heit luft streymar frá norðurAfrika, og tað er orsøkin til hitabylgjuna í Evropa.

Franskir myndugleikar hava ávarað um, at nógvi hitin kann vera lívshættisligur. Í 2003 varð Frakland rakt av hitabylgju, og tá vaks deyðstalið við 15-túsund, skrivar BBC. Nærum alt Frakland er nú í næst-hægstu tilbúgvingarstøðu, og lokalir myndugleikar geva ráð um, hvussu fólk skulu køla seg niður.

Spanskir myndugleikar hava eisini ávarað um stóran vand fyri skógareldum í nøkrum økjum. Veðurfrøðingar ávara um, at tað verður uppaftur heitari næstu dagarnar. Í útnyrðingspartinum av Spania kann hitin koma upp í 45 stig í morgin.

Orsakað av nógva hitanum hava fleiri franskir skúlar útsett týdningarmiklar próvtøkur, og í ávísum førum eru skúlar stongdir, skrivar BBC.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844