Skiparin og Stýrimaðurin á Belbek dømdir

Skiparin og Stýrimaðurin á Belbek dømdir
Yvirmenn á farmaskipinum Belbek, sum silgdi á land mikudagin, hava fingið treytaðan dóm og bót. Rúsdrekka var í blóðinum tá skipið rendi á land
Mynd: Danjal Jakobsen  
 
13.07.2019 - 12:46

Skiparin og 1. stýrimaður á Belbek fingu bót og treytaða frádøming av vinnubrævinum í rættinum í gjár fyri at vera ávirkaðir av rúsdrekka, tá teir silgdu skipið á land í Kollafirði mikudagin. 

Treytaða frádømingin av vinnubrævinum merkir, at skiparin og stýrimaðurin kunnu arbeiða víðari, men at teir missa vinnubrøvini, um teir fremja fleiri brot innan trý ár. Skiparin og stýrimaðurin fingu eisini eina bót uppá umleið 8.000 krónur hvør. 

Málið longu avgreitt

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at menninir eru dømdir fyri at hava eina promillu millum 0,2 og 1,2. Teir ákærdu eru útlendingar, og tí varð málið longu avgreitt klokkan 14:00 í gjár, hóast brotið var framt so seint sum mikudagin. 

Belbek liggur nú á Sundi, har Sjóvinnustýrið skal fremja kanning av skipinum, áðrenn skipið aftur kann leggja frá landi.

Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, sigur, at talan er um vanliga trygdarkanning, ið skal gerast, tá skip kemur út fyri óhappum eins og tað, sum hendi mikudagin, tá Belbek silgdi á land.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025