Lagnudagur fyri nýggja ES-nevndarforkvinnu

Lagnudagur fyri nýggja ES-nevndarforkvinnu
Seint seinnapartin verður greitt, um Evropatingið góðtekur, at týski verjumálaráðharrin, Ursula von der Leyen, verður nýggj forkvinna í ES-nevndini
Seinnapartin verður greitt, um týski verjumálaráðharrin, Ursula von der Leyen, verður nýggj forkvinna í ES-nevndini
Mynd: AP  
 
16.07.2019 - 08:19

Evropatingið hevur atkvøðugreiðslu um hetta klokkan 17 seinnapartin føroyska tíð. Allir 28 ríkisleiðararnir í ES hava innstillað von der Leyen sum ES-nevndarforkvinnu.

Men avgerandi góðkenningina noyðist hon at fáa í Evropatinginum. Og tað er ikki bara bara at finna náði í Evropatinginum. 

Ursula von der Leyen er kristinkonservativ, og tað er eisini størsti bólkurin í Evropatinginum, men henni nýtist nógv fleiri atkvøður enn tær úr hennara egna bólki.

Finnast at ætlanunum um veðurlagspolitikk

Næststørsti bólkurin í tinginum er sosialdemokratiski bólkurin, men har eru tey vónbrotin av, at ES-londini hava víst á von der Leyen og ikki hollendska Frans Timmerhaus, sum er sosialdemokratur.

Og úti á vinstravonginum, hjá sosialistunum og teimum grønu, halda tey, at Ursula von der Leyen vil ov lítið, tá tað snýr seg um veðurlagspolitikk.

Hjá liberala bólkinum, Renew Europe, sum er triðstørstur í Evropatinginum, er undirtøka fyri von der Leyen. Ein orsøk er, at danska Margrethe Vestager verður partur av ovastu leiðsluni.

Fer frá sum verjumálaráðharri

Ætlanin er, at Margrethe Vestager skal vera næstforkvinna í ES-nevndini á jøvnum føti við hollendska Frans Timmermans, sambært danska kringvarpinum, DR.

Fær Ursula von der Leyen ikki meiriluta millum teir umleið 750 tinglimirnar í dag, noyðast evropeisku ríkisleiðararnir at finna eitt nýtt uppskot, og tað verður neyvan klárt fyrr enn eftir summarfrítíðina.

Ursula von der Leyen boðaði í gjár frá, at hon í morgin leggur frá sær sum verjumálaráðharri í Týsklandi. Hetta ger hon uttan mun til úrslitið á atkvøðugreiðsluni í tinginum seinnapartin í dag, gjørdi hon vart við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595