Iran leggur hald á bretskt skip

Iran leggur hald á bretskt skip
Bretska stjórnin ávarar bretsk skip um at sigla í Hormuz-sundinum eftir at iranskir myndugleikar hava lagt hald á eitt bretskt skip í økinum
Iranskir myndugleikar løgdu fríggjadagin hald á bretska oljuskipið, Stena Impero, ið sigldi í Hormuz-sundinum
 
20.07.2019 - 15:53

Iranskir myndugleikar hava lagt hald á bretskt skip, sum silgdi í Hormuz-sundinum. Tað varð gjørt fríggjadagin. Skip eiga at halda seg burtur frá økinum fyribils, sigur ein talskvinna fyri bretsku stjórnina.

Tað skilst eisini, at iranar eisini hava tikið eitt liberiskt skip, hvørs eigarar hava heimstað í Glasgow. Men tað skipið fekk loyvi at halda leiðina fram, eftir at vápnað vaktarfólk høvdu kannað tað, skrivar BBC.

 >> SÍ EISINI Bretland kann vænta hevndaratsókn

Partar av bretsku stjórnini høvdu fund um málið seint í gjárkvøldið og í nátt. Bretski uttanríkisráðharrin, Jeremy Hunt, sum var við á fundinum, sigur, at tað fær álvarsamar avleiðingar, um Iran ikki loysir málið skjótt.

Talan er um bretska oljuskipið Stena Impero. Liberiska skipið eitur Mesdar og tað er fyritøkan Norbulk í Glasgow, sum eigur skipið. 

Støðan spent í Hormuz-sundinum

Mesdar var á veg móti Savdiarabia, tá tað fór av kósini og fór norður móti iransku strondini. Signalið, sum kann spora skipið, varð sløkt sløkt eitt tíðarbil. Seinni varð upplýst, at hald varð lagt á skipið, men at tað síðani slapp at halda fram.

Oljuskipið Stena Impero er ført til havnabýin Bandar Abbas. Sambært iransku myndugleikunum var skipið rent saman við ein iranskan útróðrarbát. Støðan hevur verið rættiliga spent í Hormuz-sundinum seinastu tíðina.

Í farnu viku segði bretska stjórnin, at trý krígsskip, sum eftir øllum at døma vóru úr Iran, høvdu roynt at steðga einum bretskum oljuskipi at sigla gjøgnum Hormuz-sundið eftir at bretska sjóverjan helt eitt iranskt tangaskip aftur við Gibraltar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053