Mykineshólmur stongdur fyri ferðafólkum

Mykineshólmur stongdur fyri ferðafólkum
Ætlar tú tær ein túr út í Hólmin í Mykinesi, mást tú bíða í minsta lagi eina viku. Gøturnar hava torført við, at klára trýstið
Hagastýrið í Mykinesi hevur avgjørt at steingja lundalandið í Lamba og atgongdina út í Hólmin næstu tíðina
 
22.07.2019 - 12:23

Hagastýrið í Mykinesi hevur avgjørt at steingja lundalandið í Lamba og atgongdina út í Hólmin næstu tíðina.

Áhugin fyri at sleppa út í Mykines er somikið stórur, at tað higartil í ár hava verið líka nógv ferðafólk, sum alt árið í fjør. Tað sigur Eddie Lauritsen, hagastýrisformaður.

Tað hevur verið somikið vátt í lendinum og somikið nógv ferðafólk í seinastuni, at gøturnar út í hólmin hava torført við at klára trýstið.

Kanna lendið aftur í næstu viku

Mikudagin í farnu viku gjørdi hagastýrið í Mykinesi tí av at steingja farleiðina bæði út í lundalandið í Lamba og út í Hólmin.

Eddie Lauritsen, hagastýrisformaður, sigur við Kringvarpið, at farleiðin í fyrsta lagi verður opin aftur eftir ólavsøku, men tað er eisini hugsandi at hon verður stongd enn longri.

Tá ólavsøkan er farin afturum, fara vit at kanna lendið, og tá verður støða tikin til, um tað skal verða loyvi at ganga har aftur, sigur Eddie Lauritsen.

Talið eksploderað seinnu árini

Gøturnar út í Hólmin høvdu klárað ta ferðslu sum var fyrr, sigur hagastýrisformaðurin, men talið á fólki, sum vilja sleppa út í Hólmin, er eksploderað seinnu árini, og tí er neyðugt at steingja, tá veðrið ikki er til vildar.

Serliga gjaldið, sum ferðafólk skulu betala fyri at sleppa út um bøgarðarnar í Mykinesi, er millum annað oyramerkt til at gera ábøtur og viðlíkahalda gøtuna út í Hólmin. Men Eddie Lauritsen sigur, at trýstið er somikið stórt, at torført er at fylgja við. 

Tá summarið er av, verður tí aftur farið at hampa um. Tað er felagið Mykines.fo, sum eisini rekur siglingarleiðina í oynna, ið tekur sær av at taka serliga ferðafólkagjaldið inn. Fólk betala 100 krónur á kaiini í Sørvági, áðrenn tey verða sigld út í oynna.

Ferðafólk gjalda fegin

Tað hevur gingið væl at krevja inn. Tey ferðandi hava sum heild einki ímóti at gjalda tær 100 krónurnar, tað kostar, og vit hava eisini frætt frá ferðafólki, at tey halda at prísurin er sera rímiligur, leggur Eddie Petersen afturat.

Nú leiðin út í Hólmin er stongd, mugu fólk finna uppá okkurt annað at gera úti í Mykinesi. Eddie Lauritsen sigur, at nógv velja at fara ein túr niðan á Eggina ella longur norður.

Vit hava kunnað væl um at Hólmin er stongdur, men oyggin er eftir øllum at døma somikið vælumtókt, at hetta ikki sæst aftur á ferðafólkastreyminum. Tí eru nógv fleiri fólk enn vanligt í bygdini í hesum døgum, sigur Eddie Lauritsen.

600.000 komu inn í fjør

Í fjør komu umleið 600.000 krónur inn í ferðafólkaavgjaldi í Mykinesi. Allur peningurin verður brúktur til ymsar ábøtur í oynni. Umframt at halda gøturnar og leggja nýggjar, er ætlanin at fara at laða grótgarðarnar kring bygdina uppaftur.

Vit hava gjørt avtalu við kollfirðingar um at koma út í oynna at laða í heyst, sigur Eddie Lauritsen.

Talan er um stórarbeiði, metir hagastýrisformaðurin, sum væntar, at tað fer at taka fleiri ár, áðrenn allir garðarnir standa uppi aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Jambalaja - 281224
185647
Leygardag 28. desember
Upp á tá - 271224
185644
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652