Vangamynd: Hvør er Boris?

Vangamynd: Hvør er Boris?
Vit hava hugt at lívsgongdini hjá manninum, sum verður nýggjur, bretskur forsætisráðharri
55 ára gamli Boris Johnson, sum her er avmyndaður á einum tíðindafundi hjá Konservativa flokkinum, verður nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi
 
23.07.2019 - 12:14

Boris Johnson er føddur 19. juni 1964 í New York í USA. 55 ára gamli, bretski politikarin er søgufrøðingur.

Boris Johnson umboðaði konservativa flokkin í bretska undirhúsinum frá 2001 til 2008, tá ið hann bleiv borgarstjóri í London. Hann sat sum borgarstjóri til 2016. Sama árið bleiv hann útnevndur til uttanríkisráðharra í nýggju stjórnini hjá Theresu May, fráfarandi forsætisráðharra.

Ungur arbeiddi Johnson sum journalistur fyri The Times. Seinni fór hann at skriva fyri The Daily Telegraph í Brússel. Boris Johnson vann sær fram á the Telegraph og fór í 1999 í starv sum ritstjóri á the Spectator, har hann sat í seks ár.

Bannaði rúsdrekka

Sum oddamaður í bretska høvuðsstaðnum bannaði Boris Johnson rúsdrekka í øllum tí almenna flutningskervinum. Sum borgarstjóri bleiv hann hildin at vera karismatiskur, og hann framdi eisini onkur óvanlig átøk

Boris Johnson skipaði millum annað fyri, at borgarar í London kundu leiga sær eina súkklu sum flutningsfar. Skipanin var nevnd the Boris Bike.

Boris Johnson var afturvaldur til borgarstjóra í 2012. Eftir seinnu setuna gjørdist Boris Johnson aftur virkin landspolitikari í 2016. Bæði sum uttanríksráðharri og fólkavaldur í undirhúsinum tvey ár seinni hevur hann stuðlað, at Bretland fer úr ES.

Umstríddur persónur

Johnson legði frá sær sum uttanríkisráðharri í fjør vegna ósemju við forsætisráðharran, Theresu May, um samráðingartilgongdina í sambandi við sonevnda Brexit. Hann verður av mongum hildin at vera litríkur persónur og eisini ringur at fáast við.

Stuðlar halda hann vera stuttligari og meira undirhaldandi og liberitanskan, enn tað, ið skuldi eyðkent ein konservativan politikara. Hann verður tó eisini lagdur undir at vera eliterur og afturhaldandi.

Boris Johnson er elstur av fýra systkjum. Hann hevur verið giftur tvær ferðir og eigur fýra børn við seinnu konuni, Marinu Wheeler.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655