Kanna fleiri mál um stuldur á arbeiðsplássum

Kanna fleiri mál um stuldur á arbeiðsplássum
Seinastu tíðina hevur byggifyritøkan Articon fimm ferðir upplivað, at stuldur er framdur á arbeiðsplássum, sum eru í gongd
Løgreglan kannar í løtuni ymisk mál um stuldur á arbeiðsplássum hjá byggifyritøkum. Myndin hevur ikki samband við ítøkiligu málini, umrødd í greinini
 
25.07.2019 - 18:39

Tann 17. juli fekk politiið fráboðan frá byggifyritøkuni Articon um, at fyritøkan fleiri ferðir seinastu tíðina hevði upplivað, at amboð og útgerð hvarv á arbeiðsplássum, sum eru í gongd.

Ikki færri enn fimm ferðir høvdu tjóðar tikið amboð og annað, og málið var somikið álvarsligt, at tað varð fráboðað løgregluni.

Heri Andreassen frá kanningardeildini hjá løgregluni sigur, at politið í løtuni kannar málið, men at eingin enn er handtikin. Hann veit tí ikki at siga, um talan er um innanhýsis-stuldur ella uttanhýsis.

Tá fráboðanin kom, kannaði løgreglan millum annað um eitt lið av útlendskum arbeiðsfólki hjá Articon, sum var á veg við Norrönu av landinum eftir at hava arbeitt her eina tíð. Hesi arbeiðsfólk høvdu tó ikki nøkur stolin amboð við sær.

Skipaður stuldur

Tað er ikki greitt enn, um tey stolnu amboðini, framvegis eru í landinum, ella um tey eru farin við øðrum uttanlands.

Tað, at stuldur hendir á arbeiðsplássum, er ikki so óvanligt, men í hesum førum tykist tað, sum at talan er um onkran, sum hevur sett stuldurin í skipan. 

Fyri tað fyrsta, er talan um nógvar tilburðir upp á stutta tíð, og so er eisini talan um stuldur á plássum hjá eini og somu fyritøku. Eitt av arbeiðsplássunum, har stuldur hevur verið, eru eini stór sethús, IРverða bygd í Gæsugøtu í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375