KOKS skal út

KOKS skal út
1. september fer undantaksloyvi hjá matstovuni KOKS, at virka við Leynavatn, úr gildi. KOKS skal enn einaferð flyta
 
31.07.2019 - 09:32

Gist og vist, sum eigur matstovuna við Michelin stjørnunum, hevur søkt um, at fáa loyvið longt til nýggj høli eru funnin ella bygd til matstovuna, men sum skilst hevur Yvirfriðingarnevndin sýtt fyri at leingja undantaksloyvi. 

Men víðagitna matstovan hevur nógvar stuðlar, og hesir hava savnað inn undirskriftir í einari roynd, at sannføra yvirfriðingarnevndina um, at matstovan skal sleppa at halda fram Frammi við Gjónna við Leynavatn. 

Higartil hava 1.233 fólk skrivað undir mótmælisskrivið til myndugleikarnar. Undirskriftirnar verða eftir ætlanini handaðar Yvirfriðingarnevndini 26. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532