HB hevur fimm landsliðsleikarar

HB hevur fimm landsliðsleikarar
HB er best umboðað á kvinnulandsliðnum í fótbólti. Hópurin til komandi EM-undankappingardystirnar varð kunngjørdur í morgun
 
05.08.2019 - 11:12

20 spælarar eru tiknir út  at umboða føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti til EM-undankappingardystirnar í móti Wales og Hvítarusslandi sum mánaðarskifti august-september.

HB hevur flestar leikarar, fimm í tali.

Fýra av teimum, John Petersen hevur sent boð eftir, spæla uttan fyri Føroyar, tríggjar í Danmark og ein í Norra.

Hesar eru Monika Biskopstø, Lív Arge Poulsen, Ásla Johannesen og Rebekka Eschen Danielsen.

Tað var á tíðindafundi í FSF-húsinum í Gundadali í morgun, at John Petersen kunngjørdi, hvørjar spælarar, hann vildi hava við til dystirnar í móti Wales og Hvítarusslandi.

Fyrri dysturin, sum er í móti Wales, verður á Tórsvølli 28. august, seinni dysturin á útivølli tann 3. september í móti Hvítarusslandi.

Hópurin er hesin:
Málverjar: 
Monika Biskopstø, AaB (Danmark)
Anna S. Hansen, EBS/Skála

Verjuleikarar:
Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68
Annika Ragna Christiansen, ÍF/Víkingur/B68
Lív Arge Poulsen, Sundby (Danmark)
Rebekka Eschen Danielsen, Hinna IF (Norra)
Rakul V Magnusen, (EBS/Skála)
Katrina Akursmørk, KÍ

Miðvallarar:
Eyðvør Klakstein, KÍ
Evy á Lakjuni, KÍ
Olga Kristina Hansen, B36
Ansy Sevdal Jacobsen, EBS/Skála
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (Danmark)
Sara Samson Lamhauge, HB
Julia Naomi Mortensen, HB
Jónvá Hentze, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68

Áleyparar:
Sarita Maria Mittfoss, B36
Heidi Sevdal, HB
Rebekka Benbakoura, HB

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844