Ivi um New York-flúgving

Ivi um New York-flúgving
Lítið er hent í málinum, síðani Atlantic Airways kunngjørdi, at tey fóru at flúgva til USA, sigur stjórin í felagnum
Ivasamt er um Atlantic Airways fer at flúgva til New York í heyst, sum kunngjørt varð fyrr í ár
 
06.08.2019 - 12:21

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sigur, at tey bíða enn eftir ymsum loyvum úr USA, men at tey ikki hava givið upp vónina um, at flúgva til Newark-flogvøllin í New York í heyst.

Umboð úr USA skuldu eisini koma til Føroya í summar at kanna ymisk viðurskifti, men heldur ikki hesi hava verið og gjørt teirra kanningar enn. Tí er nú ivasamt, um Atlantic Airways fer at flúgva til New York í heyst, sum kunngjørt annars varð fyrr í ár. 

Umboð hjá Atlantic Airways fara í næstum til USA í eini roynd at fáa gongd á, men Jóhanna á Bergi viðgongur, at tað kann gerast trupult at halda upprunaligu tíðarætlanina.

Loyvini mugu koma í rættlag skjótt

Onnur flogfeløg, sum hava byrjað rutur til New York, hava verið noydd at brynja seg við toli til øll neyðugu loyvini eru komin, og tað mugu Altantic Airways, og føroyingar sum ynskja at flúgva beinleiðis til New York, helst eisini gera.

Um loyvini ikki koma í rættlag skjótt, verður royndarflúgvingin útsett til í vár, sigur stjórin í Atlantic Airways við Kringvarpið í dag.

Í mai frættist annars, at týdningarmikil loyvi vóru fingin upp á pláss, so at felagið tí kundi halda fram við fyrireikingunum til tess at flúgva til New York. Lítið er tó hent síðani, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Altantic Airways.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672