Eingin fiskar uppsjóvarfisk í løtuni

Eingin fiskar uppsjóvarfisk í løtuni
Einki skip, hvørki føroyskt ella útlendskt, fiskar uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi í løtuni
Norðborg fekk at kalla ongan makrel í grønlendskum sjógvi.
 
07.08.2019 - 12:16

Einki skip, hvørki føroyskt ella útlendskt, fiskar uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi í løtuni.

Hetta er annars tíðin, tá makrelfiskiskapurin plagdi at byrja.

Føroyar eiga 4.000 tons av makreli við Eysturgrønland. 

Norðborg og Chr. í Grótinum hava verið har í nakrar dagar, men fiskiskapurin var sera vánaligur. 

Skipini fingu minni enn eitt tons, og eru nú farin í íslendskan sjógv, upplýsir Vørn.

Fiskiskapurin við Eysturgrønland var so lítil, at hann verður gjørdur upp í kilo.

Chr. í Grótinum hevði 967 kilo og Norðborg hevði 110 kilo, tá skipini fóru úr grønlendskum sjógvi, fekk Vørn at vita.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844