Kæra um tyrvingina á Velbastað

14.08.2019 - 12:33
AktueltUmhvørvi
Kæra um tyrvingina á Velbastað
Yvirfriðingarnevndin er biðin um at steðga ætlanini um at tyrva grót úr Sandoyartunlinum báðum megin vegin við Breiðá á Velbastað
Byrjað verður at bora við Gomlurætt nú í vikuni.
 

Yvirfriðingarnevndin er biðin um at steðga ætlanini um at tyrva grót úr Sandoyartunlinum báðum megin vegin við Breiðá á Velbastað.

Yvirfriðingarnevndin gav annars loyvi til ein triðing av tyrvingini, tað er tann niðanfyri vegin, 7.september í 2016.

Men Annfinn Brekkstein, sum býr á Velbastað, og er býráðslimur í Tórshavnar kommunu, hevur kært alla tyrvingina sum hon er til Innlendismálaraðið.

Hann vísir til náttúrufriðingarlógina, sum sigur, at hóast úrskurðirnir hjá Yvirfriðingarnevndini eru endaligir, kann nevndin sjálv taka upp aftur eitt mál og møguliga broyta avgerð, hon hevur tikið áður, tá serstakar umstøður kunnu gera seg galdandi.

Innlendismálaráðið hevur sent kæruna hjá Annfinni Brekkstein til Yvirfriðingarnevndina.

Vánalig loysn

Annfinn Brekkstein kærdi á ólavsøku.

Yvirfriðingarnevndin hevur fund síðst í hesum mánaðinum.

Annfinn Brekkstein sigur, at tað er vánaligasta loysnin fyri náttúruna at tyrva grótið.

Grótið kann brúkast til millum annað vinnuøki við Gomlurætt ella sum bakkaverja í Kirkjubø.

Byrjað verður at bora Streymoyarmegin í hesari vikuni, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar.
 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. august
Minibarrin 21. august
97838
Mikudag 21. august
Hin nýggi Bør Børson (31:35)
91764
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. august
Andglettur - Framtakið
97851
Mánadag 19. august
Andglettur - Miðflokkurin
97805
Fríggjadag 16. august
Andglettur - Sambandsflokkurin
97745
Hósdag 15. august
Andglettur - Fólkaflokkurin
97701