Misjøvn úrslit hjá línuflotanum

Misjøvn úrslit hjá línuflotanum
Okkurt línuskip kláraði seg væl í 2018, men tey flestu høvdu munandi hall
 
15.08.2019 - 07:15

Stór spjaðing var í úrslitunum hjá skipunum í línuflotanum í 2018. Okkurt av vanligu línuskipunum kláraðu seg hampuliga væl, men tey flestu høvdu munandi hall av rakstrinum.

Hinvegin kláraðu frystilínuskipini seg væl. Hetta er høvuðsniðurstøðan í árligu kanningini av línuflotanum, sum grannskoðaravirkið NUMO ger.

Støðugur vøkstur frá 2009-2018

Á fundi í skúlanum á Skúlatrø í Klaksvík týskvøldið legði Bjarni Arnason frá NUMO fram kanningina. Har kom fram, at ársúrslitini í línuflotanum hava verið rættiliga óstøðug í tíðarskeiðinum 1996 til 2018.

Í 1996 var samlaða ársúrslitið hjá føroyska línulotanum tríggjar milliónir krónur. Ársúrslitið øktist fram til 2003 til 22,5 milliónir. Frá 2004 til 2008 var eitt munandi fall.

Fallið endaði við einum ársúrsliti í 2008 upp á 47 milliónir krónur í halli. Síðani 2009 eru ársúrslitini støðugt økt fram til 2018, har tað var 16,2 milliónir krónur í avlopi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851