Roykiforboð sett í verk

16.08.2019 - 15:24
AktueltSamfelag
Roykiforboð sett í verk
Fullkomið roykiforboð er nú sett í verk á Glasi. Roykiforboðið er sett í verk eftir tilmæli frá Fólkaheilsuráðnum
Fullkomið roykiforboð kom í gjár í gildi á Glasi
 

Fleiri fólkaskúlar hava tikið stigið, og nú verður Føroya størsti útbúgvingarstovnur eisini roykfríur.

Eg eri fegin um, at vit sum stað, har umleið 1.500 ung og 250 starvsfólk savnast, kunnu vísa vegin móti einari roykfríari framtíð, sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi.

Galdandi á øllum matriklinum

Glasir hevur samstundis gjørt avtalu við handilin Bónus, sum liggur skamt haðani, at handilin við Marknagilsvegin ikki selur sigarettir og tubbakk, meðan skúlatíðin er - altso frá tí, at latið verður upp á morgni til skúladagurin endar.

Eg haldi avgjørt, at tað er eitt stig á rættari leið at eggja fólki at roykja minni, sigur Niels Mortensen, stjóri í samtakinum, sum rekur Bónus-handlarnar.

Roykiforboðið á Glasi kom í gildi frá fyrsta skúladegi, sum var í gjár, og er galdandi fyri allan matrikulin á Glasi. Rektarin sigur, at tað er munandi lættari at samskifta og handhevja, enn ásetingar um ávís øki, har loyvt er at roykja.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. september
Morgunlesturin fríggjamorgunin 20. september 2019
98627
Hósdag 19. september
Nón - 19. september 2019
98928
Hósdag 19. september
Mono: Filmstónar - Snjóhvíta
98917
Hósdag 19. september
'Rileysjon og rileyda'
98903
Hósdag 19. september
Alzheimerguðstænasta úr Christianskirkjuni
98887
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. september
Móttøka í Tinganesi
98789
Mánadag 16. september
3-2
98799
Sunnudag 15. september
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
98752
Sunnudag 15. september
Andakt við Randi Froyseth
98749
Fríggjadag 13. september
Kaj Klein konsert í Maggies
98618