121 menn og 58 kvinnur bjóða seg fram

bannari
121 menn og 58 kvinnur bjóða seg fram
Kristin Michelsen og Tórbjørn Jacobsen komu á valevnislista í evstu løtu
 
18.08.2019 - 09:39

Tilsamans 179 valevni bjóða seg fram á løgtingsvalinum, sum verður 31. august, 121 menn og 58 kvinnur.

Freistin at lata valevnislistar inn var klokkan seks í gjárkvøldið. Níggju flokkar stilla upp. 

Tjóðveldi hevur flestu valevnini, tilsamans 34, Sambandsflokkurin hevur 29, Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hava 28 valevni hvør, Sjálvstýri og Miðflokkurin 15 hvør, Framsókn 14, Framtakið fyri rættinum at velja kannabis 12, og Føroyaflokkurin hevur fýra valevni.

Kristin og Tórbjørn stilla upp

Nú valevnislistarnir eru latnir inn, er greitt, at Kristin Michelsen stillar upp fyri Sjálvstýri.

Kristin Michelsen varð koyrdur úr javnaðarflokkinum fyrr í ár, og hevur verið uttanflokka síðani. 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, er á listanum hjá Tjóðveldi.  Av teimum 179 valevnunum eru 58 kvinnur, ella 32 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860