Mette Frederiksen í Grønlandi

Mette Frederiksen í Grønlandi
Danski forsætisráðharrin hittir Kim Kielsen, landsstýrisformann, og Arktisk Kommando
 
18.08.2019 - 12:50

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, kemur í dag til Grønlands á stutta vitan hjá Kim Kielsen, landsstýrisformanni.

Forsætisráðharrin fer eisini at hitta hini landsstýrisfólkini, umboð fyri feløg á arbeiðsmarknaðinum, virki og Arktisk Kommando.

Forsætismálaráðið í Keypmannahavn sigur, at talan er um eina kurteisisvitjan, men eygleiðarar halda, at vitjanin hjá Mette Frederiksen í Grønlandi nú hevur eisini samband við, at amerikanski forsetin, Donald Trump, kemur til Danmarkar í september.

Mette Frederiksen ætlar sær seinni aftur til Grønlands á almenna vitjan.

Til Reykjavíkar

Vitjanin hesaferð endar í morgin við tíðindafundi í Nuuk, og síðani fer Mette Frederiksen á norðurlendska stjórnarleiðarafundin í Reykjavík.

Av tí at løgtingsval er skrivað út, verður Aksel V. Johannesen ikki á fundinum í Reykjavík. Føroyar verða kortini umboðaðar, men tað verður á embætisstigi.

Fundurin í Reykjavik verður um veðurlagið. Millum teirra, sum verða við á fundinum, er týski kanslarin, Angela Merkel. Hon fer at tosa um møguleikan at styrkja samstarvið um veðurlagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844