Heimir gevst í HB

Heimir gevst í HB
Íslendski venjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson, gevst sum venjari í Føroyum, tá kappingarárið er av, skrivar íslendskur miðil
 
20.08.2019 - 15:59

Morgunblaðið ber hesi tíðindini í dag. Sambært íslendska miðlinum er familjan hjá Heimir flutt aftur til Íslands og Heimir sjálvur ger tað sama, tá landskappingin her heima endar í oktober.

Heimir Guðjónsson vann í fjør bestu føroysku fótbóltsdeildina hjá monnum, umframt at hann førdi HB í steypafinaluna, sum HB tapti í móti B36.

Í ár hevur hann aftur leitt HB í steypafinaluna, meðan liðið liggur nummar fýra í landskappingini í løtuni.

Kaj Leo Holm Johannsen, formaður í HB, sigur, at hann vil hvørki vátta ella avsanna tíðindini í Morgunblaðnum.

Sáttmálin við Heimir Guðjónsson gongur út, tá kappingin endar í ár, men HB vil fegið leingja sáttmálan við íslendska venjaran. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401