Munurin millum inn og út framvegis lítil

Munurin millum inn og út framvegis lítil
Munurin millum innflutning og útflutning er framvegis undir milliardini
Brennievni fyllir nógv í innflutninginum.
 
23.08.2019 - 12:46

Munurin millum innflutning og útflutning er framvegis undir milliardini.

Nýggjastu tølini frá Hagstovuni eru fyri juni. 

Frá juli í fjør til juni í ár varð útflutt fyri átta milliardir og 523 milliónir krónur.

Innflutningurin var sjey milliardir og 703 milliónir krónur.

Munurin er 820 milliónir.

Innflutningurin vaks dupult so skjótt sum útflutningurin frá juli í fjør til juni í ár.

Nakað er síðani, at munurin fór niður um milliardina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652