Amasonskógurin brennur

Amasonskógurin brennur
Skógareldar herja Amazonas, sum er heimsins størsti regnskógur.
 
24.08.2019 - 11:24

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava 73.000 skógareldar verið í Amazonas, til samanberingar vóru 40.000 eldar í fjør.

Amazonas er tilsamans 5 milliónir og 500.000 ferkilometrar til støddar, ella helvtina so stórt sum alt evropeiska meginlandið.

Granskarar siga, at eldarnir kunnu hava stórar avleiðingar, tí skógurin hevur stóran týdning fyri vistskipanina í øllum heiminum.

Millum teirra, sum rópa varskó, er franski forsetin Emmanuel Macron, sum vil hava málið um skógareldarnar í Amazonas tikið upp á G7-toppfundinum um tveir dagar.

- Okkara hús brennur. Bókstavliga. Amazonas brennur. Heimsins lungu, sum framleiða meira enn 20 prosent av súrevnunum á jørðini. Lat okkum kjakast um hetta á G7-toppfundinum, skrivar Macron á twitter.

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, biður tey 7 stóru londini um at blanda seg uttanum. Hann heldur, at serliga tvitið frá Macron, vísir eina kolonistiska støðu til Brasil.

- Brasilska stjórnin er framvegis opin fyri samskifti við sínámillum virðing. Uppskotið hjá franska forsetanum um at viðgera Amazonas á G7-toppfundinum - sum er ein fundur, har Brasil ikki luttekur - vitnar um ein hjálandahugburð, skrivar Jair Bolsonaro á twitter.

G7-toppfundurin byrjar sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887