Møguligt makrelstríð: ES hóttir við tiltøkum

Møguligt makrelstríð: ES hóttir við tiltøkum
ES hóttir við handilstiltøkum móti Grønlandi og Íslandi, um tey ikki minka sínar makrelkvotur. Tað skrivar Sermitsiaq. 
 
24.08.2019 - 16:05

ES hóttir við handilstiltøkum móti Grønlandi og Íslandi, um tey ikki minka sínar makrelkvotur. Tað skrivar Sermitsiaq. 

Grønland økti sjálvt sína makrelkvotu við Eysturgrønland, frá umleið 60 túsund tonsum til góð 70 túsund tons. Ísland ætlar somuleiðis at hækka kvotuna úr 107 túsund tonsum upp í 140 túsund tons.

Í 2014 var ein makrelavtala gjørd millum ES, Norra og Føroyar - Grønland, Ísland og Russland vóru ikki við í avtaluni.

ES, Norra og Føroyar hava ásett eina samlaða makrelkvotu í 2019 uppá 653.438 tons. Londini, sum eru uttanfyri - Ísland, Grønland og Russland - fáa 15,6% av kvotuni. Tað svarar til 102.000 tons. 

Nú hava Grønland og Ísland so hækkað kvotuna, so kvoturnar samanlagt vera til 210.651 tons - meira enn tvífalt tað, øll trý londini hava fingið tillutað. 

Bretski ES-tinglimurin, Chris Davies, skírir avgerðina hjá Íslandi og Grønlandi at hækka markrelkvoturnar fyri at vera vanvirðiliga. Og hann sigur seg vilja arbeiða fyri burðadyggum makrelfiskiskapi i Norðuratlantshavi. 

Tá Føroyar hækkaðu silda- og makrelkvotuna í 2013, setti ES somuleiðis handilstiltøk í verk og noktaði føroyskum skipum at sleppa í havnir í ES-londunum.

Hvørji handilstiltøk ES ætlar at seta í verk móti Íslandi og Grønlandi, fer fiskiveiðinevndin hjá ES at viðgera 4. september, tá nevndin aftur hevur fund. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. desember
Jambalaja - 131225
201467
Leygardag 13. desember
Vikugesturin: Hetta kann eg ikki liva við
201465
Leygardag 13. desember
Vikan 13. desember 2025
201459
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424
Hósdag 11. desember
Veðrið
201388
Hósdag 11. desember
Christian Matras - hvat gat eg sagt (1:2)
201392