USA konsulát í Grønlandi

USA konsulát í Grønlandi
Næsta ár fer USA at stovna eitt konsulát í Nuuk í Grønlandi
 
04.09.2019 - 15:53

Har fara at starvast sjey fólk. Til sammetingar hevur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum í Grønlandi 15 starvsfólk í sínum aðalráði, skrivar tíðindastovan AP.

Í mai læt USA eina skrivstovu upp í Nuuk við einum embætisfólki. Embætisfólkið býtir starvstíðina millum Nuuk og amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn.

Men í heyst ætlar USA at seta grønlendsk starvsfólk, og næsta ár skulu tilsamans sjey fólk starvast á konsulátinum.

Økja amerikansku hjáveruna í Arktis

AP hevur fingið hendur á einum uppriti, sum amerikanska uttanríkisráðið hevur sent kongressini í Washington um ætlanirnar í Grønlandi.

Sambært uppritinum skulu starvsfólk á konsulátinum í Nuuk knýta tætt samband við grønlendsk embætisfólk og samfelagið.

Konsulátið skal eisini verða við til at økja amerikansku hjáveruna í Arktis og verður ein pallur at fremja amerikansk áhugamál í Grønlandi, stendur í uppritinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985