Jenis av Rana: – Hjúnabandið skal reinsast

bannari
Jenis av Rana: – Hjúnabandið skal reinsast
– Málið er at reinsa hjúnabandið, so tað bara er fyri kvinnu og mann, sigur Miðflokkurin. – Ein vanlukka, um so verður, sigur LGBT
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum vil hava Sambandsflokkin og Fólkaflokkin at góðtaka at "reinsa hjúnabandið", sum hann orðar seg. Her sita Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana og tingast um samgonguskjal í løgtingshúsunum
Mynd: Kringvarp Føroya  
 
05.09.2019 - 15:50

Samgongutingingarnar millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin halda fram, og nú vil Miðflokkurin hava sítt hjartamál, hjúnabandslógina, broytta aftur.

Málið er at reinsa hjúnabandið, so tað bara er fyri kvinnu og mann. Vit meta ikki, at nakar annar møguleiki er reellur og fara ongantíð at góðtaka nakað annað.

Tað sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum nú seinnapartin.

Vit royna tað, sum vit kunnu fyri at fáa tað gjørt. Eg nevndi úti í Kongshøll (kvøldið fyri løgtingsvalið, red.), at tað at billa fólki inn, at tey eru hjún, tvey av sama kyni, tað er at sleppa teimum upp á fjall. Eg brúkti orðini, at selja teimum eina spilta vøru, sigur Jenis av Rana.

Eiler Fagraklett frá LGBT sigur, at tað verður ein vanlukka, um rættindini at ganga saman í borgarligt hjúnalag nú skal takast frá teimum samkyndu eftir so drúgt og hart stríð.

Tað hevur verið ein so ræðuliga keðiligur og strævin bardagi fyri okkum og okkara avvarðandi. Skulu vit so aftur fara at berjast um rættin at vera í Føroyum og hava somu rættindi sum aðrir borgarar?

– Vit eru í ferð við at stovna familjur, og vit trívast væl í Føroyum. Tað vildi verið ein vanlukka, um tey byrja at taka nakað frá okkum aftur, sum vit hava bart hart fyri og vunnið, sigur Eiler Fagraklett.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107