Fyrrverandi forsetin í Simbabvi deyður

Fyrrverandi forsetin í Simbabvi deyður
Robert Mugabe, ið stýrdi Simbabvi við harðari hond í trý áratíggju, er deyður
Robert Mugabe, fyrrverandi forseti í Simbabvi, er deyður, 95 ára gamal
Mynd: AP  
 
06.09.2019 - 07:51

Fyrrverandi forsetin í Simbabvi, Robert Mugabe, er deyður, 95 ára gamal. Tað boðar boðar núverandi forsetin, Emmerson Mnangagwa, frá á Twitter.

Emmerson Mnangagwa sigur, at Mugabe var ímyndin av frælsi, og at hann halgaði lív sítt til loysingina og at menna fólkið.

– Tað, sum hann legði aftrat søguni um okkara tjóð og meginland, verður ongantíð gloymt.

Tað skrivar Emmerson Mnangagwa á Twitter. Robert Mugabe stýrdi Simbabvi við harðari hond í trý áratíggju, til 2017, tá hann varð koyrdur frá.

Umheimurin fordømdi fleiri ferðir stýrið hjá Robert Mugabe, tí hann kúgaði hvíta minnilutan í landinum, og fór harðliga fram móti sínum politisku mótstøðumonnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902