Kann fáa stórar avleiðingar fyri Boris Johnson

Kann fáa stórar avleiðingar fyri Boris Johnson
Hægstirættur í Bretlandi fer í dag undir at umrøða, um forsætisráðharrin hevði rætt til at senda parlamentið til hús, sum hann gjørdi herfyri
 
17.09.2019 - 08:05

Parlamentið er sent heim til 14. oktober, bara góðar tvær vikur fyri at bretar skulu úr ES, skrivar DR. Meðan parlamentið er við hús, skal stjórnin skriva nýggja dagsskrá.

Andstøðan sigur, at endamálið bara er at forða andstøðuni í at leggja seg útí ætlanina hjá Borisi Johnson við brexit. Nú skal so Hægstirættur umrøða, um talan var um eitt kvett, sum andstøðan sigur.

75 parlamentslimir hava lagt málið fyri rættin. Tey halda at Boris Johnson tók avgerðina fyri at vinna tíð, og kalla avgerðina fyri maktmisnýtslu.

Liðugur í politikki um hann hevur logið

Kemur Hægstirættur til ta niðurstøðu, at parlamentið er sent til hús av brexit, so hevur forsætisráðharrin sagt ósatt fyri drotningini. Hevur hann tað, so er hann liðugur í politikki, tí tað góðtaka veljararnir ikki. Um so er, so kann Hægstirættur krevja, at parlamentið kemur saman aftur.

Í farnu viku segði ovasti sivili rætturin í Skotlandi, at avgerðin um at senda parlamentið til hús, var skeiv. Stutt eftir segði Hægstirættur í Bretlandi, at talan var um politiska avgerð, sum rætturin ikki skuldi leggja seg útí, og tað sama segði rætturin í Norðurírlandi.

Hægstirættur hevur sett tríggjar dagar av til málið, men kann koma við eini avgerð fyrr enn tað. Og avgerðin kann eisini vera, at rætturin kemur til ta niðurstøðu, at talan ikki er um løgfrøðiligt mál, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392