Stúrir fyri órættvísari rættargongd

Stúrir fyri órættvísari rættargongd
Amerikanski varskógvarin, Edward Snowden, sigur, at Frakland og Týskland umhugsa at veita honum friðskjól
 
17.09.2019 - 09:28

Men sjálvur vónar hann, at sleppa heimaftur til USA. Hetta sigur Edward Snowden í samrøðu við CBS í sambandi við, at hann í dag gevur út bók.

Edward Snowden gjørdist heimskendur, tá hann í 2013 lak trúnaðarupplýsingar um, hvussu amerikanskir myndugleikar njósnast móti fólki. Hann hevur búð í útlegd í Moskva síðani 2013, eftir at hann lak upplýsingar um at amerikanska fregnartænastan framdi umfatandi internet- og telefoneftirlit.

Stúrir fyri órættvísari rættargongd

Edward Snowden er ákærdur fyri njósning, men í samrøðu í sjónvarpsrásini, CBS, stúrir Snowden fyri, at hann ikki fer at fáa rættvísa rættargongd í USA. 

Bókin, Permanent Record, er endurminning hjá Snowden og gevur innlit í barna- og ungdómsárini hjá Snowden, og hann lýsir eisini, hvussu hann sjálvur var við í at menna víðfevndu eftirlitsskipanina.

Snowden greiðir eisini frá, hví hann at enda varð noyddur at siga øllum heiminum frá tí. Bókin verður útgivin í dag, og fæst eisini á donskum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012