Løgreglan leitar eftir útlendingi

Løgreglan leitar eftir útlendingi
Politiið í Føroyum er biðið um at leita eftir einum horvnum manni úr Fraklandi
Løgreglan leitar eftir 31 ára gamla Bastien Porée úr Fraklandi, ið seinast varð sæddur í februar
Mynd: politi.fo  
 
02.10.2019 - 07:57

Tað seinasta, fólk vita um mannin, er, at hann er farin umborð á Norrönu í Seyðisfirði 20. februar á veg til Føroya.

Maðurin, sum eitur Bastien Porée, er 31 ára gamal. Hann er 182 sentimetrar høgur, klænur, hevur blá eygu og piercing í høkuni og í høgra oyra.

Tey, sum vita eitthvørt um mannin at siga, verða vinarliga biðin um at seta seg í samband við politiið, sum hevur telefonnummar 114.

Politiið hevur fingið fráboðan um, at familjan hjá Bastien Porée ikki hevur hoyrt frá honum síðani í februar í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037