Menningin á Svalbard skal vera burðardygg

Menningin á Svalbard skal vera burðardygg
Tað sigur norska stjórnin í fráboðan um, at ein vinnulívsætlan er gjørd, har aðaltátturin er vitan og burðardygd
Seinastu hevur stórur vøkstur verið í talinum á skrásettum feløgum á Svalbard, serliga innan ferðavinnu
 
05.10.2019 - 10:16

Samstundis sigur stjórnin, at hon ætlar at forða fyri, at tað, sum tey kalla, óseriøsir aktørar, fáa fótafesti á Svalbard.

Seinastu sjey árini hevur sera stórur vøkstur verið í talinum á skrásettum feløgum á Svalbard, serliga innan ferðavinnu.

Vit vilja hava góðsku og burðardygd í Longyearbýin, og ikki bara vøkstur, sum eitt mál í sjálvum sær, sigur Magnus Thue, statsskrivari í ráðharrastovuni í vinnu- og fiskivinnumálum.

Vinnulívsætlanin løgd fram hósdagin

Í ferðavinnuni á Svalbard eru fleiri feløg, sum bara virka har í háárstíð, og sum ikki eru partur av skipaða arbeiiðsmarknaðinum, og sum heldur ikki halda tær leiðreglur, sum ferðavinnan har annars roynir at halda. Hetta vil norska stjórnin gera okkurt við.

Óskipaða ferðavinnan ger tað torført at hava eftirlit. Mangir ferðaleiðarar eru eisini útlendskir og hava ikki kunnleika um lokaløkið, og tað er eisini ein avbjóðing, sigur Magnus Thue

Hann leggur afturat, at fyri at forða fyri slíkum óskipaðum virksemi, umhugsar stjórnin, um lógir og reglur, sum eru galdandi á meginlandinum, eisini skulu galda á Svalbard. Avbjóðingar við ferðamannaskipum verða eisini lagdar undir luppin, stendur í ætlanini fyri Svalbard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444