Sandmæl gevst í KÍ

Sandmæl gevst í KÍ
Nógv bendir á, at norski Simen Raaen Sandmæl fer aftur Norra, tá kappingarárið er av
 
07.10.2019 - 10:04

- Enn er tað ikki endaligt, men nógv bendir á, at eg ikki komi aftur til Føroya. Líkt er til, at føroyska fótbóltsævintýrið hjá mær er at enda komið. Nú vil eg at royna okkurt nýtt, tí eg vil dúva upp á fótbóltin í nøkur ár aftrat, sigur Simen Raaen Sandmæl við norska miðilin Stjørndalens Blad.

Í somu grein greiðir Simen Raaen Sandmæl frá, at hann fyri fyrstu ferð í mong ár ikki hevur verið nógv darvaður av skaðum. Tað hevur givið honum móti aftur upp á fótbóltstilveruna.

Simen Raaen Sandmæl hevur havt ein tíðandi leiklut hjá oddaliðnum KÍ. Higartil í ár er hann skrásettur fyri 18 landskappingardystir, seks evropeiskar dystir og fýra steypakappingardystir. Og hann hevur skorað í øllum kappingum, hann hevur spælt. Trý landskappingarmál, eitt í steypakappingini og eitt í altjóða fótbólti.

Stjørndalens Blad skrivar, at 29 ára gamli Simen Raaen Sandmæl flytur aftur til Tróndheim fáar dagar eftir, at KÍ hevur spælt í Gundadali á seinasta leikdegi í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. juli
Lívia Mattos í løtuni á G!
194633
Hósdag 17. juli
3-2
194624
Hósdag 17. juli
Benjamin Rajani & Jónas Gaard á G!
194619
Mikudag 16. juli
3-2
194579
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550