Metnógv metangass í Arktis

08.10.2019 - 08:42
AktueltÚtheimurin
Metnógv metangass í Arktis
Ein granskarabólkur hevur staðfest, at metnógv metangass kemur úr eystursibiriska havinum
Vísindafólk hava staðfest, at upp í níggju ferðir meira metangass var í eystursibiriska havinum sammett við miðal altjóða
Mynd: © Pixabay  
 

Tað stendur í fráboðan frá Polytekniska Universitetinum í Tomsk, sum hevur verið rannsóknarferð har.

The Moscow Times skrivar, at vísindafólkini staðfestu, at upp í níggju ferðir meira metangass var har, sammett við miðal altjóða. 

Hetta er sterkasta gasskeldan, sum eg nakrantíð havi sæð, sigur Igor Semiletov, professari, sum er oddamaður á rannsóknarferðini.

Metan størri árin enn CO2

Eingin hevur nakrantíð staðfest slík úrslit sum hesi, sigur Igor Semiletov við Moscow Times.

Nærum 80 granskarar úr Russlandi, Kina og Svøríki hava granskað metangassið, sum lekur upp úr eystursibiriska havinum, og útlátið er so ógvusligt, at tað sæst bløðra í sjónum við berum eygum, siga granskararnir.

Metangass er m.a. vanliga bundið á havbotninum í Arktis, men hitnar havbotnurin, so loysist gassið og fer út í atmosferuna. Metangass hevur størri vakstrarhúsárin enn CO2.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
Góðan morgun Føroyar 20. februar
105074
Hósdag 20. februar
Oddvør Johannesen er gestur í Dansivali
105071
Hósdag 20. februar
Dagsins yrking - Lyklar
104572
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. februar
3-2
104948
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Árnafjarðar kirkju
104893
Sunnudag 16. februar
Ferðavinna og landbúnaður
104894
Sunnudag 16. februar
Andakt við Hjørdis Háberg
104891
Leygardag 15. februar
Hondbóltur: H71 - Kyndil
104880