ST hevur undirskot

ST hevur undirskot
ST-felagsskapurin, Sameindu Tjóðir, hevur 230 milliónir dollar í undirskoti, ið svarar til 1,56 milliardir krónur
 
08.10.2019 - 10:04

Pengakassin kann gerast tómur longu síðst í hesum mánaðinum. Tað skrivar aðalskrivarin í ST, Antonio Guterres, í brævi til øll 37.000 starvsfólkini í felagsskapinum.

Orsøkin er, at limalondini bara hava rindað 70 prosent av samlaðu upphæddini, sum krevst til virksemið hjá ST. Guterres sigur, at neyðugt er at seta tiltøk í verk fyri at tryggja, at peningur er til lønir. 

Hann skjýtur millum annað upp at skerja talið av tænastuferðum, og at bert neyðugastu tænastuferðirnar verða gjørdar, skrivar SVT.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 16. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194550
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401