September góður fyri SEV

September góður fyri SEV
Avfall og vindur royndust SEV væl í september
Helvtin av streyminum í september kom frá vatni og vindi, sigur SEV
 
10.10.2019 - 09:59

SEV sigur, at helvtin av streyminum í september kom frá varandi orku, frá vatni og vindi. Hetta er nakað meira enn í september í fjør, tá talið var góð 46 prosent.

Serliga vatnorkan var nógv í september, ein fjórðing størri enn í september í fjør. Eisini vindurin gav meira í september í ár, men tó ikki so nógv sum vatnorkan gav.   

Vindorkan minni í ár

Tølini fyri september eru tó ikki galdandi fyri árið, sigur SEV.

Higartil í ár hevur býtið millum varandi orku og olju verið 38 og 62. Býtið millum vatn og vind var 24 prosent vatnorka og 14 prosent vindorka.

Vindorkan er minni í ár enn hon var í fjør, tí tvær myllur í Neshaga hava verið í ólagi. Langa tíð tók at umvæla tað eina brekið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537