Hernaðarløgreglan skal standa ímillum

Hernaðarløgreglan skal standa ímillum
Russland váttar nú, at russiskar deildir eru farnar inn í økið í Norðursýria, sum USA er farið úr
 
16.10.2019 - 13:04

- Deildirnar eru í Manbij, sum er í økinum millum sýriskar deildir og turkiskar deildir. 

Russiska verjumálaráðið sigur í fráboðan, at talan er um deildir hjá hernaðarløgregluni, og uppgávan hjá hesum deildum er at standa í millum báðar herarnar, sum nú berjast um valdið í økinum. Samstundis boðar amerikanska verjan frá, at hon er farin úr økinum. 

Í Manbij búgva 100.00 fólk. IS hevði valdið í býnum til kurdar við stuðli frá USA í 2016 gjørdu innrás og tóku býin.

Amerikanarar høvdu støð í økinum, men mánadagin boðaðu teir frá, at teir vóru farnir úr økinum. Tað tykist, sum um amerikanarar ikki høvdu stundir ella møguleika at rudda upp eftir sær, tí nógv útgerð stendur eftir, skrivar NRK.

Russiska verjumálaráðið upplýsti í gjár, at russisku deildirnar nú hava gjørt eftirlitsstøðir saman við sýriska herinum í Manbij. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401
Leygardag 12. juli
Video: 10 mannafør á Fjarðastevnu 2025
194390