Sambandsflokkurin vil hava orðingar broyttar

Sambandsflokkurin vil hava orðingar broyttar
Samgongan fer seinnapartin at umrøða fiskivinnulógina, sum hevur verið til hoyringar
 
21.10.2019 - 13:34

Okkurt bendir á, at Sambandsflokkurin vil hava nakrar orðingar broyttar. Hyggur tú at fundarluttakarunum, so er neyvan nakar ivi um, hvat mál er skrá.

Tí, umframt tingbólkaformenninar hava landsstýrisfólkini eisini boðið samgonguumboðunum í Vinnunevndini á fund. Vit tosa um nýggju fiskivinnulógina, sum hevur verið til hoyringar, og sum nú skal sendast inn í løgtingið.

Uppskotið hevur eisini verið til hoyringar hjá samgonguflokkunum. Og í øllum førum Sambandsflokkurin hevur nýtt høvið at skriva nøkur orð.

Vil ikki útgreina viðmerkingar

– Vit hava gjørt viðmerkingar til uppskotið - eins og vanligt er í slíkum førum, sigur Magnus Rasmussen, formaðurin fyri tingbólkin hjá Sambandsflokkinum, sum ikki vil útgreina, hvørjar viðmerkingarnar eru.

– Nakrar orðingar í uppskotinum skulu neyvlýsast, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, sum heldur ikki vil útgreina, hvørjar viðmerkingarnar eru.

Ein fyrrverandi tingmaður fyri Sambandsflokkin, Eivin H. Jacobsen, hevur eisini gjørt sínar viðmerkingar. Í einum lesarabrævi.

Rullað 25 ár aftur

Fyrrverandi tingmaðurin skrivar millum annað um uppskotið, at lagt verður upp til, at fiskivinnulóggávan verður rullað umleið 25 ár aftur í tíðina, og at brúksrættindi nú gerast ognarrættindi.

Hendir tað, er talan um eina vanlukku við Føroyar og komandi ættarlið. Vandin er, at tað verða útlendingar saman við nøkrum fáum føroyskum strámonnum, sum kom at sita eftir við allari fiskivinnuni.

 – Vónandi er onkur í samgonguni, sum er við at vakna og kann síggja katastrofalu avleiðingarnar av at lata Fólkaflokkin sleppa at umsita fiskivinnumál og fíggjarmál, við tí innihaldi, sum teir nú her leggja upp til, skrivar Eivin Jacobsen víðari.

Hann vil ikki gera samrøðu við útvarpið í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650