Handlarnir selja meira

Handlarnir selja meira
Matvøruhandlarnir í Føroyum seldu meira annan ársfjórðing í ár enn teir gjørdu í fjør
Samanborið við annan ársfjórðing í fjør vaks umsetningurin mest í vørubólkinum matur og alkoholfríar drykkjuvørur, vísa nýggj tøl
 
22.10.2019 - 14:30

Handlarnir selja meira í ár enn í fjør. Umsetningurin í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørdur upp fyri annan ársfjórðing í trimum yvirskipaðum vørubólkum.

Teir tríggir vørubólkarnir eita matur og alkoholfríar drykkjuvørur, klædnavørur og fótbúnaður og húsbúnaður og húsarhaldsútgerð. 

Tølini vísa, at samanborið við annan ársfjórðing í fjør vaks umsetningurin mest í vørubólkinum matur og alkoholfríar drykkjuvørur. Hann er 3,5 prosent størri í ár.

Sami miðal árligi vøksturin síðani 2013

Hetta er sami miðal árligi vøksturin, sum hevur verið síðani 2013. Prísirnir eru farnir upp í árinum, so vørumongdin er vaksin tvey prosent.

Men verður lagt upp fyri prísbroytingum og umroknað verður til mongdir, so sæst, at vørubólkurin húsbúnaður og húsarhaldsútgerð er vaksin mest frá øðrum ársfjórðingi 2018 til annan ársfjórðing 2019.

Klæði og skógvar hava kostað nøkunlunda tað sama í miðal seinasta 10 árini, og sølan hevur verið óbroytt í tvey til trý ár. 

Miðalprísurin lækkaður

Í vørubólkinum húsbúnaður og húsarhaldsútgerð var umsetningurin nærum óbroyttur frá øðrum ársfjórðingi 2018 til annan ársfjórðing 2019. 

Miðalprísurin í hesum vørubólki er lækkaður okkurt um fýra prosent hetta tíðarskeiðið. 

Við umrokning av virði til mongdir merkir hetta, at fýra prosent meira innbúgv og útgerð til húsarhaldið er selt í árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444