Helvtina færri íbúðir

Helvtina færri íbúðir
Nú ætlaða íbúðatalið undir Kongavarða er farið niður í helvt, úr 96 niður í 48 íbúðir, er ikki neyðugt at gera serstaka byggisamtykt fyri økið
Upprunaliga ætlanin var at byggja 96 nýggjar íbúðir undir Kongavarða á Argjum. Tað talið er nú farið niður í helvt
Mynd: Teldugjørd mynd: MARK  
 
29.10.2019 - 15:13

Uppskotið um byggisamtykt hevur verið til hoyringar. Mótmælt varð, at 96 íbúðir skuldu byggjast. Nú er so avrátt at byggja tvær hæddir í staðin fyri tríggjar við 48 íbúðum.

Henda broytingin hevur við sær, at serstøk byggisamtykt ikki er neyðug. Býráðið í Tórshavnar kommunu fer í annaðkvøld at viðgera, um uppskotið um serstaka byggisamtykt skal takast aftur.

Vilja byggja aðrastaðni

Býráðið skal eisini taka støðu til ein annan part av ætlanini.  Felagið, sum ætlaði at byggja 96 íbúðir undir Kongavarða, men bara sleppur at byggja 48, vil so sleppa at byggja 48 íbúðir aðrastaðni.

Tí vil felagið hava makaskifti við kommununa, so hon fær 3.800 fermetrar undir Kongavarða aftur fyri 6.700 fermetrar aðrastaðni.Tórshavnar kommuna eigur 6.700 fermetrar millum Horna í Havn.

Minnilutin í býráðnum heldur ikki, at hetta er tann rætta framferðin. Kommunalt makaskifti eigur at verða eftir marknaðartreytunum.

Loyvi krevst frá landsstýrinum

Kommunalt lendi eigur at verða selt sambært teimum treytum, sum eru galdandi á marknaðinum, heldur minnilutin. 

Skal slíkt makaskifti gerast, krevst loyvi frá landsstýrinum. Sambært kunngerð skal fastogn hjá kommununi bjóðast út alment, áðrenn selt verður.

Men víkjast kann frá hesum kravi í sambandi við makaskifti, og tá tað annars eru serlig viðurskifti, sum tala fyri, at fastognin kann verða seld uttan alment útboð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961