Viknaða krónan orsøk til metútflutning

Viknaða krónan orsøk til metútflutning
Norski útflutningurin av fiskavørum kann fara uppum 100 milliardir krónur í ár
Noreg útflutti 291.000 tons av fiskavørum í oktober, fyri 10,9 milliardir krónur
 
08.11.2019 - 10:20

Noreg útflutti 291.000 tons av fiskavørum í oktober, fyri 10,9 milliardir krónur. At norska krónan er nógv viknað, var ein av orsøkunum til nýggja metið sum varð sett,

Nøgdin vaks við átta prosentstigum í mun til oktober í fjør, og virðið vaks við níggju prosentstigum, skrivar norska blaðið Dagens Næringsliv.

Serliga útflutningurin av toski og sild var orsøkin til stóra útflutningin, tí fiskiskapurin eftir teimum báðum fiskasløgunum er vaksin nógv. 

Útflutningurin til Kina vaksin nógv

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár var norski útflutningurin av fiskavørum 2,2 milliónir tons, og virðið var 87 milliardir krónur.

Herfyri segði norski fiskimálaráðharrin, Harald T. Nesvik, at norski útflutningurin av fiskavørum kann fara uppum 100 milliardir krónur í ár, í fjør varð útflutt fyri 99 milliardir krónur.

Útflutningurin til Kina er vaksin við 41 prosentstigum í virði í ár, men bert 15 prosentstig í nøgd. Útflutningurin av laksi var 117.000 tons, og selt var fyri 6,7 milliardir krónur. Eisini útflutningurin av aldum sílum vaks nógv í oktober.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964