18 vilja vera rektarar

18 vilja vera rektarar
18 fólk hava søkt leysu rektarastørvini í Streymoynni. Freistin at søkja var úti í gjár
Níggju umsóknir eru komnar inn til starvið sum rektari á Glasi. Somuleiðis eru níggju umsóknir til rektarastarvið á Miðnámi í Vestmanna.
Mynd: Savnsmynd  
 
11.11.2019 - 13:24

Níggju fólk hava søkt starvið sum rektari á Glasi. Harav fýra kvinnur og fimm menn.

Og níggju fólk, átta menn og ein kvinna, hava søkt um at gerast rektari í Miðnámi í Vestmanna.

Uttanríkis- og Mentamálaráðið miðar eftir at fáa sett fólk í bæði størvini í hesum mánaðinum.  

Bæði størvini verða verða lønt eftir sáttmálanum hjá Tænastumannafelag landsins, men eru kortini ikki tænastumannastørv.

Rektarin á Glasi fær góðar 59.000 krónur um mánaðin, og rektarin á Miðnámi í Vestmanna góðar 46.000 krónur um mánaðin. 

Harumframt fáa báðir rektararnir 15 prosent í eftirløn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025